Gjaldstovan

Gjaldstovan er størsti almenni KT stovnur í Føroyum og hevur ábyrgd av at veita KT tænastur og samskipan av KT á yvirskipaðum stigi fyri almennar stovnar. Samskipanin av KT fevnir um ráðgeving í KT spurningum, luttøku í yvirskipaðum og tvørgangandi verkætlanum, standardisering av politikki og mannagongdum, og gerð av yvirskipaðum strategium fyri KT økið hjá landinum.

Veitanin av KT tænastum til almennar stovnar á Talgildu Føroyum, Løn og bókhaldi landsins, Búskaparskipan landsins og KT Landsins er øll treytað av tryggum og álítandi KT loysnum.

Tí er KT trygd skipað sum eitt virkisøki burturav á Gjaldstovuni fyri at tryggja rættleikan í framhaldandi virkseminum.

 

Dorit Reinert, KT trygdarleiðari á Gjaldstovuni

Djóni á Boðanesi, KT trygdarráðgevi á Gjaldstovuni