Føroya Tele
Á Føroya Tele hava vit eina stóra samfelagsábyrgd. Føroya Tele umsitur týðandi partar av øllum samskifti, ið kemur inn í landið. Vit eru tí ein virkin viðleikari í arbeiðinum at styrkja KT trygdina í tráð við, at heimurin verður støðugt meiri talgildaður.
Hjá okkum er KT trygd sera týdningarmikil, og grundleggjandi arbeiðir Føroya Tele við støði í fýra súlum: Verjið samfelagið, verjið kundarnar, verjið fyritøkuna og verjið starvsfelagarnar.
Føroya Tele hevur dagliga eftirlit við trygdarstøðuni í KT undirstøðukervinum í Føroyum fyri at forða, at samfelagið, kundar okkara og Føroya Tele ikki verða rakt av KT álopum so sum DDoS, ransomware, phishing og hacking.
Á hvørjum ári verða stórar íløgur gjørdar í KT trygd, bæði tá tað kemur til tøkni og dugnalig, nærløgd og nøgd starvsfólk, ið duga at laga seg eftir einum heimi í støðugari broyting.
Arthur B. Olsen, deildarleiðari í Dátutøkni hjá Føroya Tele