Føroya Politi

Føroya Politi kannar lógarbrot og rættarsøkir tey, sum fremja lógarbrot.

Seinastu árini eru KT álop vorðin alt meira vanlig. KT álopini eru nógvar ferðir meira framkomin enn áður, og torførari er at eyðmerkja teldusníkarnar.

Við hesum samstarvinum vónar Føroya Politi at verða við til at steðga so nógvum KT álopum sum gjørligt, áðrenn tey raka føroyskar borgarar, fyritøkur og stovnar.

 

Ulrik Andersen, politiassistentur og leiðari á teknisku kanningareindini hjá Føroya Politi

Bárður Christiansen, politiassistentur á teknisku kanningareindini hjá Føroya Politi