Um okkum
KT-Trygd er samstarv millum Gjaldstovuna, Føroya Politi og Føroya Tele, sum hevur til endamáls at styrkja KT trygdina í Føroyum. Hesir tríggir partarnir skulu við upplýsing og tøkniligum loysnum hjálpa føroyskum stovnum, fyritøkum og einstaklingum betur at verja seg móti KT álopum. Tað er landsstýrið, sum ynskir at styrkja KT trygdina í Føroyum.
Telduálop gerast alsamt meira vanlig, sum heimurin gerst meiri talgildur, og fleiri tænastur verða fluttar á internetið. Tíverri eru tað ikki øll fólk, sum eru góðvilja, men royna at misnýta hesar møguleikar, og vit síggja telduálop á stovnar, fyritøkur og einstaklingar í Føroyum.
Telduálop kunnu føra við sær, at tú ikki hevur atgongd til neyðugar tænastur og skipanir. Eisini kanst tú missa ræðið á teldubrøvum og sosialum miðlum.
Partarnir í KT-Trygd hava serfrøði, vitan og royndir innan KT trygd, sum stovnar, fyritøkur og einkstaklingar í Føroyum kunnu fáa stórt gagn av.
KT-Trygd er mannað av Djóna á Boðanesi, Bárði Christiansen, Dorit Reinert, Ulrik Andersen og Arthur B. Olsen, ið øll starvast dagliga við KT trygd.