Undarlig SMS boð í umferð

13. June. 2019

Fleiri hava í kvøld boðað frá, at tey hava móttikið undarlig SMS boð. Í boðunum sigur sendarin seg hava funnið privatar myndir av móttakaranum á eini heimasíðu, og at móttakarin skal skunda sær á heimasíðuna at fáa strikað myndirnar. Á telefonini stendur, at sendarin er "INFO".

Vit hava kannað heimasíðurnar, sum víst verður til, men tað hevur ikki verið gjørligt at funnið útav, hvat endamálið við SMS boðunum er. Vit viðmæla tó, at tú altíð er varin við at trýsta á leinki, sum tú móttekur. Eisini verður mælt til, at tú strikar hesi SMS boð.

Herundir sært tú tvey dømir upp á SMS boð, sum eru móttikin.