Umráðandi trygdardagføringar til iPhone, iPad og Mac

16. February. 2023

Tvey trygdarhol eru funnin í stýriskipanum á iPhone, iPads og Mac teldum.

Raktu útgávurnar eru fleiri, t.d.:

  • iPhone 8 og nýggjari
  • iPad Pro (øll snið), iPad Air 3. ættarlið og nýggjari, iPad 5. ættarlið og nýggjari, og iPad mini 5. ættarlið og nýggjari
  • Mac teldur við macOS Ventura stýriskipanini.

Trygdarholini eru bøtt í nýggjastu útgávuni av stýriskipanini, sum er iOS 16.3.1, iPadOS 16.3.1, og macOS Ventura 13.2.1.

Tað er tí ógvuliga umráðandi, at tú dagførir tína iPhone, iPad og Mac skjótast gjørligt.

Apple ynskti ikki at nágreina smálutirnar í trygdarholunum. Skrivið frá Apple kann lesast við at trýsta her:

https://support.apple.com/en-us/HT213635

Vegleiðing til dagføring av iPhone, iPads og Mac kann lesast her: https://support.apple.com/en-us/HT204204