Umráðandi trygdardagføring til Apple eindir
27. January. 2021
Apple sendi eitt skriv út í gjár, har tað framgongur, at trý trygdarhol eru funnin í stýriskipanum á iPhones, iPads og iPods. Eisini skrivar Apple, at teir hava upplýsingar um, at hesi trygdarhol í løtuni verða misbrúkt av teldusníkum.
Trygdarholini eru bøtt í nýggjastu útgávuni av stýriskipanini, sum er iOS 14.4. Tað er tí ógvuliga umráðandi, at tú dagførir tína iPhone, iPad og iPod skjótast gjørligt.
Apple ynskti ikki at nágreina smálutirnar í trygdarholunum. Skrivið frá Apple kann lesast við at trýsta her: https://support.apple.com/en-us/HT212146
Vegleiðing til dagføring av iPhones, iPads og iPods kann lesast her: https://support.apple.com/en-us/HT204204