Umfatandi BEC álop móti Føroyum í løtuni
Hvat er BEC?
BEC stendur fyri "Business Email Compromise" og er ein roynd hjá teldusníkum at fáa bókhaldarar í einari fyritøku at flyta pening til ein eina bankakonto, sum teldusníkarnir hava ræði á. Hetta gera teir við at geva seg út fyri at verða ein leiðari á fyritøkuni við at undirskriva teldupostin við navninum á t.d. stjóranum.
Nógvir teldupostar móttiknir seinasta døgnið
Teldusníkarnir hava aftur sett sjóneykuna á Føroyar, og hava sent teldupostar til fleiri ymiskar føroyskar fyritøkur/stovnar. Ein av teldupostinum er sæst niðanfyri:
Teldupostadressan, sum er nýtt til at senda teldupostin er "ceomail342(at)naver.com".
Evni og teksturin í teldupostinum er tað sama í øllum teldupostunum.
Tað einasta, sum verður broytt, er navnið á sendaranum. Í hvørjum føri hava teldusníkarnir broytt navnið til at verða navnið hjá stjóranum á fyritøkuni/stovninum.
Fyrsta stig í álopinum
Sum tað sæst á teldupostinum, so eru eingir kontoupplýsingar at flyta pening til. Hetta kemst av, at hesin telduposturin er einans fyrsta stig í álopinum. Um teldusníkarnir megna at fáa eitt samskiftið í gongd, senda teir seinni kontoupplýsingarnar og ta upphæddina, sum teir ynskja at fáa flutt.
Um tú hevur móttikið ein slíkan teldupost, verður mælt til, at tú strikar hann og letur vera við at svara. Harafturat hevur kt-veitarin, sum varðar av teldupostskipanini møguleika fyri at blokera fyri teldupostum frá "ceomail342(at)naver.com".
Hevur tú verið so óheppin, at tú hevur flutt pening til onkra bankakonto, er umráðandi, at tú skjótast gjørligt setur teg í samband við bankan fyri at fáa steðga flytingini.