Trygdarveikleiki í Zyxel-útgerð

14. desember. 2021

Ein trygdarveikleiki er staðfestur í ávísari útgerð hjá Zyxel, sum framleiðir tráðleysa internetútgerð, so sum beinarar.

 

Trygdarveikleikin rakar serliga brúkarar, sum ikki hava broytt tráðleysa loyniorðið, ið fylgir við útgerðini.

Vit heita sostatt á øll um at broyta loyniorð og brúka egið, serstakt loyniorð.

Eitt gott loyniorð inniheldur í minsta lagi 14 tekn. Økir tú longdina á loyniorðinum við nøkrum teknum økir hetta trygdina meiri enn um tú nýtir sertekin, tøl, stórar og smáar stavir, umframt vanlig tekin.

 

Fleiri góð ráð til loyniorð eru á finna her:www.kt-trygd.fo/god-rad/god-loyniord.