So var aftur tíð at dagføra Apple eindirnar

8. September. 2023
Tveir álvarsamir trygdarveikleikar eru funnir í Apple eindum, og teldusníkar eru í løtuni í ferð við at útnytta teir til at fremja álop.
iPhone, iPad, Mac teldur og Apple ur eru øll rakt av veikleikunum, og skulu tí dagførast til hesar útgávurnar:
  • iOS 16.6.1
  • iPadOS 16.6.1
  • macOS Ventura 13.5.2
  • watchOS 9.6.2
Talan er um "zero-click" veikleika.
Sí nærri kunning á hesum leinki