Phishing álop á føroyskum
Føroya Politi sendi í dag út ávaring á sína heimasíðu og Facebook vanga um eitt phishing álop, sum er í umferð á Facebook. Tað, sum ger hetta álopið serstakt, er, at tað er skrivað á føroyskum.
Føroya Politi fekk í gjárkvøldið fráboðan um, at fleiri borgarar høvdu verið úti fyri phishing álopi á Facebook.
Borgararnir sóu eitt uppslag, ið var skrivað á føroyskum, har tey vóru biðin um at venda sær til 112, um tey høvdu upplýsingar um eitt ferðsluóhapp (Sí mynd niðanfyri).
Við at trýsta á leinkið í uppslagnum verður tú biðin um at rita inn á Facebook av nýggjum. Við hesum fáa teldusníkarnir innritanarupplýsingar og kunnu fáa atgongd til tín persónliga profil og broyta títt loyniorð til Facebook, so tú missir atgongd.
Føroya Politi vil staðiliga heita á øll, um at ikki trýsta á leinkjuna ella aðrar líknandi leinki, har tú verður biðin at rita inn á Facebook á nýggjum.
Tað hevur verið óvanligt, at tílík phishing álop eru á føroyskum. Teksturin í uppslagnum er mest sannlíkt umsett til føroyskt við Microsoft Translator.
Hvat skalt tú gera?
Um tú hevur trýst á leinkið og skrivað tínar Facebook innritinarupplýsingar, skalt tú skjótast gjørligt broyta loyniorðið hjá tær. Um teldusníkarnir longu hava broytt títt loyniorð og sostatt læst teg úti av kontuni, kanst tú royna at brúka ”gloymt loyniorð” funkuna.
Fyri at tryggja tínar kontur á bestan hátt mæla vit til, at tú virkjar Tvey-Faktor innritan.
Tú kanst lesa meira um góð trygdarráð í leinkinum niðanfyri, og hvussu tú tryggjar teg móti phishing
Les meira um phishing álopið á heimasíðuni hjá Føroya Politi
Phishing álop á føroyskum í umferð á Facebook