Lat teg ikki lumpa av hóttandi teldubrøvum

13. June. 2019

Eitt av endamálunum er at fáa pening frá fólki. Við teldubrøvum fær tú at vita, at viðkomandi hevur brotið inn í tína teldu, og m.a. tikið teg upp við vevmyndatólinum á tíni egnu teldu. Hótt verður við at senda filmsbrot til tína familju og vinfólk. Fyri at geva hóttanini trúvirði stendur, at teldubrævið er sent frá tíni egnu teldupostadressu. Lat teg ikki lumpa. Vit hava enn ongantíð hoyrt um, at hesi teldubrøvini eru annað enn tómar hóttanir.

Tað kann vera, at tú verður bangin, tá tú sær, at sendarin stendur at vera tín teldupostadressa. Teldubrævið er tó ikki sent frá tíni teldupostadressu. Tað er bert sendarateigurin, sum er falsaður. Tað ber til at forða fyri, at sendarateigurin verður falsaður. Hetta er tó ikki nakað, sum tú, sum vanligur brúkari, kann broyta. Tann, sum varðar av økisnavninum, má broyta nakrar stillingar.

Um tú varðar av einum økisnavni og ynskir at bøta um trygdina, kanst tú lesa meir um spf, dkim og dmarc undir skíggjamyndini.

Niðanfyri sæst ein skíggjamynd av einum av omanfyri nevndu teldubrøvum.

 

Tann meira tekniski parturin

Um tú varðar av einum økisnavni, kanst tú gera ymiskt fyri at tryggja tínar brúkarar betur.

Um tú hevur keypt telduposttænastu frá einum KT veitara, kanst tú spyrja veitaran, um hesar trygdarfyriskipanir eru settar í verk fyri títt økisnavn.


Vanliga er eingin trygd móti falsan av sendara

Hugsa eitt vanligt bræv úr pappíri í einum brævbjálva. Her kann Posta ikki tryggja,

  • at brævið veruliga er skrivað av tí persóninum, sum møguliga stendur sum sendari á baksíðuni á brævbjálvanum.
  • at sendarin sjálvur hevur koyrt brævið í postkassan hjá Posta.

Soleiðis er eisini við teldubrøvum, um spf,dkim og dmarc ikki eru sett í verk fyri títt økisnavn. Økisnavnið er teksturin høgrumegin ‘@’ í eini teldupostadressu.

Spf - kannar brævbjálvan, men ikki innihaldið

Spf er stytting fyri Sender Policy Framework, ið kannar og váttar hvør sleppur at senda teldubrøv frá ávísum økisnavni.

 

Dkim - kannar navnið á brævinum

Dkim er stytting fyri DomainKeys Identified Mail, ið stutt merkir, at teldupostskipanin hjá sendara undirskrivar teldupostin, og teldupostskipanin hjá móttakara kannar og váttar undirskriftina.

 

Dmarc - skrásetir og loyvir ella forðar teldubrøvum at sleppa innum

Dmarc er stytting fyri Domain-based Message Authentication, Reporting and Conformance, ið er veruliga gagnnýtslan av spf og dkim í verki. Her verður ásett, hvat gerast skal við teldubrøv, ið ikki lúka treytirnar í spf og dkim. Møguleikarnar eru fleiri: Forða, seta í karantenu, senda til móttakaran, boða eigaranum av økisnavninum frá.



Um spf, dkim og dmarc ikki eru sett í verk fyri økisnavnið, sum tín teldupostadressa er knýtt at, er tað ógvuliga lætt at falsa sendarateigin.

Gjøllari kunning fæst her:

https://blogs.technet.microsoft.com/fasttracktips/2016/07/16/spf-dkim-dmarc-and-exchange-online/