KT trygdin hjá landinum verður nú styrkt

1. mai. 2019

Fíggjarmálaráðið hevur nú dagført KT trygdarrundskrivið fyri landsstovnar. Rundskrivið skal tryggja landinum eina trygga KT nýtslu í framtíðini. Í mun til KT trygdarrundskrivið frá 2007 leggur nýggja rundskrivið dent á at vegleiða og nágreina KT trygdina á almennum stovnum og í stjórnarráðum. Rundskrivið er ein týðandi partur av ætlan landsins um at tryggja net trygd Føroya. Rundskrivið er galdandi frá 1. mai. 2019.

Saman við nýggja KT trygdarsamstarvinum millum Gjaldstovuna, Føroya Politi og Føroya Tele skal rundskrivið tryggja, at Føroyar leggja lunnar undir eina trygga KT nýtslu í framtíðini. Í næstum verður heimasíðan kt-trygd.fo eisini løgd út, har til ber at fáa góð ráð um KT trygd og KT atburð.

Talgildingin av samfelagnum krevur, at vit raðfesta KT trygdina alsamt hægri. Tí er tað umráðandi at talgilding og KT trygd fylgjast. Fíggjarmálaráðið hevur tí, saman við viðkomandi pørtum, tikið stig til, at seta í verk fleiri átøk, ið skulu styrkja KT trygdina í Føroyum.

Millum átøkini eru:

- nýtt KT trygdarsamstarv millum Gjaldstovu Føroya, Føroya Politi og Føroya Tele.

- Talgildu Føroyar, ið byggja eitt talgilt undirstøðukervi, har trygd – eitt nú størri trygd fyri dátaflutning er ein av aðaltáttunum.

- nýtt KT trygdarrundskriv fyri landsstovnar. 

- nýggj føroysk lóg um KT nettrygd (Cyber Security).  

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum: “Í okkara alsamt meira talgilda heimi, hevur KT-trygd alsamt størri týdning. Tí vit skulu kunna kenna okkum trygg, tá vit eru í talgilda heiminum. Ikki minst hevur tað alstóran týdning, at okkara upplýsingar og samfelagstýðandi talgildar skipanir eru tryggar. Eri fegin um, at framd nú eru og verða fleiri átøk, ið styrkja KT-trygdina hjá okkum í Føroyum.”