Falskir teldupostar frá "Microsoft Verification Team"

3. June. 2019

Ver varin, um tú móttekur ein teldupost, um at inngangandi teldupostar verða steðgaðir.

Herímillum sæst ein falskur teldupostur við leinki til eina phishing heimasíðu, sum er gjørd til at stjala loyniorðið til tín teldupost.

 

Mynd 1 - Telduposturin (kt-trygd.fo hevur gjørt teldupostin navnleysan)

 

Mynd 2 - Phishing heimasíðan

 

Kt-veitarin, sum hýsti heimasíðuni, fekk eina fráboðan, og heimasíðan er tikin niður. Tað er tó ógvuliga sannlíkt, at teldusníkarnir hava upprættað aðrar líknandi heimasíður, sum enn ikki eru tiknar niður. Tað er tí umráðandi at vera varin, um tú vitjar eina heimasíðu, ið minnir um síðuna omanfyri.

Heimasíðan var á hesum leinkinum: "hxxps://qwertyuioiuytrerty.wixsite.com/mysite-1".

Um tú hevur móttikið eitt tílíkt teldubræv og skrivað títt loyniorð á heimasíðuna, verður viðmælt, at tú skjótast gjørligt broytir títt loyniorð. Les meira um góð loyniorð við at trýsta her.

 

Hetta er fyrsta fráboðanin frá almenninginum, og tú kanst lesa meir um sjálva fráboðanina við at trýsta her.