Excel nýtt til phishing álop
Teldusníkar royna allatíð at finna nýggjar mátar at fremja kt-álop. Ein menning í phishing álopum er, at teir eisini nýta spurnarkanningar ígjøgnum Excel í Office365.
Av tí at teir brúka Office365 byrjar leinkjan við "https://onedrive.live.com/survey". "onedrive.live.com" er ein síða hjá Microsoft, sum verður nýtt í dagligdegnum hjá ógvuliga nógvum. Tað er tí ikki lætt at síggja, at hetta er eitt phishing álop. Ein ábending um at talan er um phishing álop er tó, at tá tú skrivar í teigarnar, sært tú títt loyniorð í klárum teksti heldur enn einans stjørnir (*).
Herundir kanst tú síggja nakrar skýggjamyndir, sum vísa, hvussu hesar síður síggja út.
Dømir uppá spurnarkanning:
Um tú hevur skrivað títt loyniorð í eina tílíka spurnarkanning, verður viðmælt, at tú skjótast gjørligt broytir títt loyniorð. Les meira um góð loyniorð við at trýsta her.