Einans 36 minuttir til heimasíða bleiv tikin niður

3. June. 2019

Í morgun kom fyrsta fráboðanin frá almenninginum. Ein borgari nýtti formularin ”Boða frá phishing” til at fráboða eitt leinki, sum hann hevði móttikið við telduposti og metti verða phishing. Eisini senda hann inn eina skíggjamynd av sjálvum teldupostinum.

Vit kundu skjótt staðfesta, at leinkið vísti til eina phishing heimasíðu, og vit sendu tískil eini boð til útlendska kt-veitarin, sum hýsti síðuni. Fáar minuttir seinni fingu vit svar frá kt-veitaranum, at heimasíðan var tikin niður.

Í alt tók tað 36 minuttir frá, at vit móttóku fráboðanina frá borgaranum, til phishing heimasíðan var tikin niður. Takka verið hesum borgaranum, er tú nú tryggjaður móti, at tíni loyniorð verða stolin, um tú hevur móttikið sama teldupost. Tú kanst vera við til at styrkja kt-trygdina fyri allar føroyingar við at fráboða líknandi kt-álop. Tað einasta sum krevst av tær, er at tú boðar okkum frá.

 

Tú kanst síggja sjálvan teldupostin við at trýsta her.

 

(Upprunaliga stóð tað í kunningini, at tað gingu 26 minuttir frá móttøku av fráboðanini og til heimasíðan var tikin niður. Tað gingu rættiligt 36 minuttir.)