Dagfør Chrome kagan
7. June. 2023
Fyrr í vikuni kom Google við dagføring til Chrome internetkagan á teldum.
Orsøkin er, at Google hevði funnið eitt álvarsligt trygdarhol í Chrome. Sambært Google eru teldusníkar longu farnir undir at misnýta hetta til at fremja álop. Vit mæla tí til, at tú dagførir Chrome kagan skjótast til ber.
Chrome útgávan skal dagførast til
á Windows: 114.0.5735.110
á Mac og Linux: 114.0.5735.106
Les meira um dagføringina á heimasíðuni hjá Google