Avbrongla ransomware - Maze, Egregor og Sekhmet
10. februar. 2022
Lyklar útgivnir til avbrongling av ransomware
Um tú ert blivin rakt/ur av ransomware av slagnum Maze, Egregor ella Sekhmet, eru góð tíðindi til tín. Ein persónur hevur nevniliga lagt út lyklarnar til avbrongling av hesum ransomware sløgum.
Kt-trygdarfyritøkan Emsisoft hevur gjørt eitt amboð, sum kann nýtast til at avbrongla fílir, sum eru raktir av oman fyri nevndu ransomware sløgum.
Tú kann heinta amboðið her: https://www.emsisoft.com/ransomware-decryption-tools/maze-sekhmet-egregor.
Lyklarnir blivu fyrradagin lagdir út á eitt forum hjá miðilinum Bleeping Computer. Tú kann lesa meir um hetta á síðuni hjá Bleeping Computer.