Tvey faktor

Set upp eyka trygd við at brúka tvey faktor innritan

Tvey faktor innritan merkir, at tú brúkar tvey stig, tá tú ritar inn á tín teldupost ella aðrar talgildar tænastur.

Um títt loyniorð verður stolið, hava teldusníkarnir fría atgongd til tínar dátur. Besti mátin at tryggja teg er við at brúka tvey faktor innritan.

Tá tú brúkar Samleikan at rita inn á netbankar, Borgaragluggan ella Vangan er tað við tvey-faktor innritan. Tú skalt 

  1. hava Samleikan hjá tær fyri at góðkenna innritanina.
  2. skriva loynitalið, ið tú hevur valt.

Sjálvt um onkur fær kunnleika til títt loyniorð, so fær viðkomandi ikki atgongd til tínar dátur, tí tey eisini skullu hava telefonina við Samleikanum á.

Nógvar tænastur á internetinum bjóða tvey faktor, og tað verður viðmælt at brúka tað allastaðni, har tað er møguligt. Tú finnur nakrar vegleiðingar til uppsetan av tvey faktor niðanfyri.

Google

Microsoft

Facebook

LinkedIn

Snapchat

Instagram

Á heimasíðuni Two Factor Auth finnur tú fleiri vegleiðingar, hvussu tú kann virkja tvey faktor á nógvum øðrum tænastum.

 

Onnur góð ráð:

Góð loyniorð

Tryggja teg móti phishing