Tryggja teg móti phishing

Teldusníkar royna altíð at geva seg út fyri at verða onkur annar, enn teir eru. Tað er tí umráðandi, at tú hevur illgruna, tá tú til dømis fær eitt teldubræv ella ferðast á internetinum sum heild.

Ein góður og einfaldur máti at tryggja seg móti phishing* álopum er at hugsa seg um eina eyka ferð, áðrenn tú trýstir á eitt leinki ella skrivar títt loyniorð.

Tað eru nógv, sum hava sett internetkagan til at minnast teirra Facebook ella Google innritanarupplýsingar. Tá tey fara á Facebook ella á sín Gmail, er innritanin tískil sjálvvirkin, og tey noyðast tí ikki at skriva teirra loyniorð har. Um tú hevur hesa stilling og verður biðin um at skriva títt loyniorð, so er umráðandi at steðga á, og spyrja teg sjálvan, hví tú verður biðin um at skriva loyniorðið. Er tað víst, at hetta er tann rætta síðan hjá Facebook ella Gmail og ikki ein følsk síða?

Tá tú móttekur eitt teldubræv við einari viðfestari fílu ella einum leinki, skalt tú eisini spyrja teg sjálvan, um tú visti, at hetta teldubrævið fór at koma. Kennur tú sendaran? Hevur tú avtalað við sendaran, at hann skal senda tær teldubrævið?

Um tú ert í iva, um teldubrævið er illviljað ella ikki, so verður mælt til, at tú ringir ella sendur eitt SMS boð til avsendaran fyri at tryggja tær, at talan ikki er um ein illviljað teldubræv. Tað er ofta lættari at senda ein teldubræv, men grundin, til viðmælt verður at ringja ella senda eitt SMS boð, er, at um teldubrævið hjá sendaranum er yvirtikið av teldusníkum, so er tað í veruleikanum ikki sendaran, sum tú skrivar til, men teldusníkarnar.

* Trýst her fyri at lesa, hvat phishing er-

Onnur góð ráð:

Góð loyniorð

Set upp eyka trygd við at nýta tvey faktor