Orðafrágreiðing
Phishing:
Eitt phishing álop er ein roynd hjá teldusníkum at stjala loyniorð, gjaldkortupplýsingar, persónsupplýsingar og líknandi. Hetta verður oftast gjørt ígjøgnum teldubrøv, har teldusníkarnir senda eitt leinki til eina falska heimasíðu, har brúkarin verður biðin um at tøppa sínar upplýsingar inn.
Ransomware:
Ransomware er eitt illvilja forrit, sum bronglar dáturnar á tíni teldu. Hetta førir við sær, at tú ikki longur hevur atgongd til skjøl, myndir og annað á telduni. Teldusníkarnir krevja síðan pening fyri at avbrongla dáturnar. Mest vanligi mátin at blíva raktur av ransomware er ígjøgnum teldubrøv. Orðið "ransom" kemur frá enska orðinum fyri loysigjald.
Hacking:
Hacking er eitt felagsheiti fyri tað gerð, sum teldusníkarnir fremja, tá teir bróta inn í teldukervi, herundir sosialar miðlar, teldubrøv, inannhýsis teldukervi hjá fyritøkum og líknandi.