Góð loyniorð

Loyniorð eru gjørd til verja tínar dátur móti óviðkomandi. Tað er tí umráðandi, at tú hugsar teg væl um, tá tú velur loyniorð. 

  • Nýt loyniorð, sum eru fleiri enn 12 tekn
    • Tú kanst nýta samansetingar av ymsum orðum, nøvnum, dagfestingum ella líknandi. Tvey dømir eru:
      Egbyrjitilarbeidiskl.8 - sum er ein samanseting av setninginum "Eg byrji til arbeiðis kl. 8"
      tann5.juligiftustSimonaogeg - sum er ein samanseting av setninginum "Tann 5. juli giftust Simona og eg"
  • Nýt føroysk orð í loyniorðinum
    • Hetta ger tað nógvar ferðir torførari hjá teldusníkunum at gita títt loyniorð
  • Endurnýt ikki loyniorð
    • Um títt loyniorð verður stolið frá einari tænastu á internetinum, vil hetta forða fyri, at teldusníkarnir fáa atgongd til aðrar dátur hjá tær

 

Password manager:

Tú kanst við fyrimuni nýta ein sokallaðan "password manager" fyri at lætta um umsitingina av loyniorðum.

Ein “password manager” er eitt forrit, sum kann taka sær av øllum, sum viðvíkur tínum loyniorðum. Øll tíni brúkaranøvn og loyniorð kunnu goymast í einum password manager, og tú noyðist tí ikki at minnast til tey sjálv-/ur. Forritið sjálvt verður tryggja við einum loyniorðið, og allar dátur í forritinum verða bronglaðar. Tað einasta loyniorðið, sum tú tískil noyðist at minnast, er loyniorðið til sjálvt password manager forritið. Fyri at tryggja loyniorðini enn betur, bjóða teir flestu eisini tvey faktor.

Tað er serliga trý ting, sum gera ein password manager til eitt ógvuliga umráðandi og gott forrit:

  • Tað er lætt at gera góð og lang loyniorð
  • Tað er lætt at nýta ymisk loyniorð til ymsar tænastur/heimasíður
  • Tú noyðist ikki at minnast til loyniorðini sjálvur

Tað eru fleiri góð password manager forrit, og tú kanst finna eitt á netinum, sum hóskar best til tín tørv.

 

 

Onnur góð ráð:

Set upp eyka trygd við at nýta tvey faktor

Tryggja teg móti phishing