Boða frá
Tú kanst verða við til at styrkja KT trygdina í Føroyum. Hetta kanst tú gera við at fráboða KT vandar til okkum. Tað er møguligt at verða dulnevndur, og tú ger sjálv/sjálvur av, hvussu nógvar upplýsingar tú gevur okkum.
Tínar upplýsingar verða nýttar til betur at tryggja føroyingar móti KT álopum. Tú kanst til dømis fráboða eitt leinki, sum tú metur verða phishing. Um okkara kanningar vísa, at talan er um phishing, deila vit leinkið við føroyskar og útlendskar KT veitarar, sum síðan kunnu tryggja sínar brúkarar við at forða fyri at nakar fær atgongd til tað leinkið. Hetta ger, at um onnur verða snýtt til at trýsta á leinkið, so eru tey longu vard uttan sjálv at skula gera nakað.
Um tú hevur annað at boða frá, kanst tú senda okkum eini boð við at fara til Samband, fylla teigarnar út og trýsta á Send.